Heili fimm bilar vóru við í ferðsluóhappinum. Óhappið hendi, tí at ein lastbilur ikki nóg stundisliga varnaðist, at bilarnir framman fyri seg bremsaðu niður, tí tann fremsti av íalt fýra bilum skuldi snara av landsvegnum.
Lastbilurin rendi tí í reyvina á bilinum, sum koyrdi beint framman fyri hann. Tann bilurin bleiv síðani slongdur í mótsattu koyribreyt, har hann rendi frontalt inn í ein mótkoyrandi bil. Síðani rennur lastbilurin víðari inn í tann næsta bilin, sum stendur beint aftan fyri tann, sum skal snara av landsvegnum.
Tíbetur hendir tað, at hesin bilurin verður slongdur framvið vinstru síðu á bilinum, sum skal snara av, meðan lastbilurin heldur fram høgru megin sama bil og ber næstan ikki við tann bilin.
- Tað var eitt ógvusligt óhapp, og vit høvdu fýra sjúkrabilar á staðnum, sum allir koyrdu á Landssjúkrahúsið við hvør sínum sjúklingi. Harafturat eru tveir persónar koyrdir til kanningar á Landssjúkrahúsinum við ávikavíst einum privatbili og við einum løgreglubili, so tilsamans eru seks fólk flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tey eru sum heild sloppin væl frá tí, sum vit hava frætt, og tað stendur ikki um lív hjá nøkrum, sigur vakthavandi.
Bilarnir í óhappinum fingu stóran skaða, og tríggir av bilunum fingu pláturnar kliptar á staðnum, so stórur var skaðin.
Óhappið bleiv fráboðið beint eftir klokkan 17, og stutt eftir klokkan hálvgum sjey var vegurin ruddaður og frítt var at koyra aftur.