Eftir at tað í fleiri av fyrstu umførunum skinklaði hjá meistarunum í NSÍ, hevur tað seinastu ferðirnar gingið sum eftir ánni. Ikki síðani 18. mai, tá ið NSÍ legði rygg til 3-0 tap í Gundadali ímóti HB, eru meistararnir farnir av vøllinum uttan úrtøku.
Eftir eitt stig ímóti Skála og KÍ hevur NSÍ fýra tær seinastu ferðirnar vunnið fulla úrtøku.
Í vikuskiftinum tóku meistararnir seg nærri toppinum, tí oddaliðið EB/Streymur tapti í Gøtu:
- Vit hugsa um okkara avbjóðingar, og vit taka ein dyst í senn. Men sjálvandi er tað uppaftur hugaligari hjá okkum, tá ið vit vinna, og sigrarnir bera okkum nærri toppinum, siga teir í Runavík.