Seks løgreglumenn bukaðu mann í hel

Meðan seks løgreglumenn bukaðu tann 41 ára gamla mannin, tóku aðrir løgreglumenn hendingina upp á sjónband

Atburðurin hjá teimum seks løgreglumonnunum verður nú kannaður.
Tann ógvusliga hendingin byrjaði tíðliga sunnumorgunin, tá løgreglan kom fram á ein mann, sum lá á einum grasvølli uttan fyri eina matstovu í býnum North Avondali í amerikanska statinum Cincinatti, skrivar blaðið The Cincinatti Enquirer.
Ein sjúkrabilur kom á staðið, men fór avstaðaftur, tí tá var maðurin komin á føtur. Lítla løtu seinni kom ein løgreglubilur á staðið. Maðurin, tann 41 ára gamli svarti Nathaniel Jones, fór yvir ímóti løgreglumonnunum. Ein av løgreglumonnunum bað hann steðga á, men ístaðin royndi maðurin at sláa ein av løgreglumonnunum. So byrjaði bardagin. Fleiri løgreglumenn komu á staðið, og Nathaniel Jones varð sligin fleiri ferðir, áðrenn tað eydnaðist løgreglumonnunum at fáa bilbukt við hann og at leggja hann í hondjørn.
Maðurin var tá so viðtikin, at hann mátti á sjúkra-hús, og har doyði hann nakrar tímar seinni.
Nakrir løgreglumenn, sum sótu í einum bili, tóku hendingina upp á sjónband. Sambært The Cincinatti Enquirer hava løgregluovastin og borgarstjórin sæð upptøkuna, men teir halda ikki, at løgreglumenninir gjørdu nakað skeivt. Kortini verður málið nú kannað.