Ein 45 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur í fongsul í seks mánaðar fyri at hava fyriskipað regluliga smugling og sølu av rúsevnum.
Tað visti Rás2 at siga í tíðindunum á miðdegi.
Maðurin varð dømdur fyri tríggjar tilburðir. Í tveimum førum hevði hann tosað eina unga kvinnu upp í lag at smugla hassj til Føroya, fyrru ferðina smuglaði hon 230 gramm og aðru ferðina smuglaði hon 280 gramm.
Umframt hetta varð eftir húsarannsókn heima hjá manninum 16. mai hald lagt á 59 gramm av hassji og 30.000 krónur.
Kvinnan, sum smuglaði fyri 45 ára gamla mannin er sálarliga veik, og varð í Føroya Rætti stutt eftir handtøkuna dømd í fýra mánaðar fongsul fyri smuglingina, men teir tveir vórðu gjørdir treytaðir. Hetta komst av, at kvinnan hevði hjálpt løgregluni munandi í uppkláringararbeiðinum, og at hon bert hevði virkað sum kurerur.
Ákærin vísti á, at ákærdi maðurin áður er dømdur fyri júst sama brotsverk. Hetta var í 2002, tá ið hann varð dømdur í trý ára fongsul, umframt at hald varð lagt á 550.000 krónur.
Ákærin vísti somuleiðis á, at 45 ára gamli maðurin útvegaði rúsevnini í Danmark, og síðani fekk hann lætt ávirkilig fólk ung ella sálarliga veik at smugla rúsevnini til Føroya, her hann hevur fólk at selja fyri seg.
Ákærin kravdi seks mánaðar fongsulsrevsing, og hóast verjin helt hetta vera alt ov nógv, gjørdi dómarin av at fylgja ákæranum.
45 ára gamli maðurin, sum ikki var til staðar í rættinum, men sum hevði játtað seg sekan og givið verja sínum loyvi at føra sakina, hevur nú 14 dagar at umhugsa eina møguliga kæru inn fyri Eystara Landsrætt í.