Seinastu vikuna hava heili seks og ein hálv millión amerikanarar mist arbeiði og søkt um arbeiðsloysisstuðul í USA. Hetta er omaná tær tíggju milliónirnar, ið hava mist arbeiði seinastu tvær vikurnar. 17 milliónir amerikanarar eru vorðnir arbeiðsleysir síðani hálvan mars.
Búskaparfrøðingar halda, at fíggjarstøðan í Amerika fer at gerast verri, og at fleiri milliónir aftrat fara at missa arbeiði. Hetta er størsta arbeiðsloysi síðani fíggjarkreppuna í 1930unum.
DR skrivar, at danskir búskaparfrøðinar halda, at hetta eisini fer at fáa eina ávirkan á evropeiska og danska búskapin.
– Og tað er tíverri ikki nakað, ið bendir á, at niðurtúrurin steðgar, sigur Tore Stramer, høvuðsbúskaparfrøðingur í Dansk Erhverv við DR.
– Tað er sera álvarsamt, at vøksturin av arbeiðsleysum er so ógvusligur. Ógvusligi vøksturin av tøkum fólki á marknaðinum kann hava við sær, at amerikanski búskapurin verður sendur í eina djúpa negativa fíggjarliga ringrás, metir hann.
Tað kann fáa avleiðingar fyri danska búskapin.
Hann vónar, at hjálparpakkarnir á 200 milliardur dollarar, sum amerikanska kongressin hevur samtykt, fara at bremsa øra vøkstrinum av arbeiðsleysum, sigur Tore Stramer við DR.