Um vikuskiftinum og fyrstu dagarnar í hesi vikuni vóru ísfiskatrolarar í einum rættiligum ?rendi? av upsa Mánadagin og týsdagin kom so nógvur fiskur upp á land í Saltangará, sum helst ongantíð áður, síðan Landingarmiðstøðin hjá Beta byrjaði at landa fisk.
Mánadagin landaðu leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan 550.000 pund, og hendan dagin landaðu eisini nýggjastu partrolararnir í flotanum, Heykur og Falkur hjá Faroe Seafood, heili 570.000 pund.
Týsdagin vóru Bakur og Stelkur inni, og teir høvdu 480.000 pund tilsamans.
Landingarmiðstøðin hjá Beta landaði mánadagin og týsdagin soleiðis eini 800 tons av fiski tilsamans.
Á Beta verður sagt, at 28-30 mans vóru við í arbeiðnum hesar báðar dagarnar. Lagt varð til brots longu klokkan 06 mánamorgunin, og landað varð til klokkan 02 týsnáttina.
Týsdagin høvdu landarar og fólk, sum tóku ímóti fiskinum uppi á landi, eisini ein langan dag.
Í dag hevur eingin landing verið í Saltangará, men í morgin koma Rókur og Lerkur við 340.000 pundum tilsamans.
Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi, og sagt verður úr Saltangará, at fiskurin er góður, ein stórur partur av veiðini upsi 3.
Partrolararnir vóru soleiðis í einum rættiligum ?rendi? av upsa um vikuskiftið og fyrst í hesi vikuni.