Í fleiri ár hava seks skip roynt eftir gulllaksi í summarhálvuni, og nú eru øll hesi skip - Polarhav, Stjørnan, Vestmenningur, Fram, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin - á gulllaksaveiði.
Hetta avlastar trýstið á upsan, sum aðrir partrolarar og djúpvatnstrolarar fiska.
Teir partrolarar, sum ikki eru á gulllaksaveiði, eru á upsaveiði, men fiskiskapurin hjá upsaskipunum er yvirhøvur smáligur.
Djúpvatnstrolararnir fiska eisini upsa. Teir flestu eru á ísfiski, men tað eru eisini nøkur skip, sum nú kunnu frysta veiðina umborð.
Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir og virkar gulllaks til fars, og onnur ár hevur Kollafjord Pelagic eisini keypt og heilfryst gulllaks frá skipunum.