Seks vinnukavarar fingið prógv

Í kvøld stóðu seks næmingar endaligu royndirnar á grundskeiðnum í vinnukaving.

 

Á myndini síggja við næmingarnar saman við próvdómara og lærara eftir royndina.

 

Frá vinstru síggja vit Filip Jojic, Høgna Dam, Jón Ryan Petersen, Hera Mørkøre (Pródómari), Rógvi Danielsen, Dávid Christiansen, Bergur Mørkøre og Janus Joensen (lærari)..

 

– Leiðslan á kavaraskúlanum ynskir kavarunum hjartaliga tillukku við sera góða avrikinum og bestu eydnu, sum skrivað stendur í tíðindaskrivi frá Faroe Dive í kvøld