Hvussu langt er ta? sí?ani, at ÍF seinast vann á GÍ. Fleiri mundu hugsa um hetta í hálvleiksste?ginum sunnudagin, tá i? ÍF var á odda 1?0 ímóti GÍ.
Svari? er, at ta? eru gott og væl sekstan ár sí?ani, at fuglfir?ingar vunnu heimadyst ímóti GÍ. Ta? gjørdu teir í 1988, tá i? úrsliti? grundlógardag var 1?0.
Sí?ani tá hevur ta? ikki eydnast ÍF at fingi? fult á heimavølli ímóti GÍ. Einasta stigi?, sum ÍF sí?ani tá hevur fingi? ímóti GÍ í Fuglafir?i, var í 1996, tá i? úrsliti? var 1?1. Í 1989 vann GÍ 2?0. Í 1993 og í 1994 vunnu gøtumenn 2?0, í 1997 og í 1998 vunnu teir 4?0, og í 1999 vunnu teir 5?1.
Gøtumenn hava øll árini veri? í bestu deildini, har teir vunnu meistaraskapin 1993, 1994, 1995 og í 1996. ÍF hevur ikki veri? í bestu deildini øll árini. Í 1990, 1991 og í 1992, og aftur í 1995, 2000, 2001, 2002 og í 2003 var ÍF ikki umbo?a? í bestu deildini.
Nú strí?ast fuglfir?ingar fyri at var?veita plássi? í bestu deildini. Eftir tíggju umfør hava teir fingi? f?ra stig. Teir hava vunni? á heimavølli ímóti NSÍ, sum teir sunnudagin aftur skulu spæla ímóti, og teir hava fingi? javnt ímóti B68, sum bara hevur fingi? hetta eina stigi? og er einasta li?i?, i? hevur færri stig enn ÍF.