Sekstan ára gamal tikin fyri at koyra bil - tvær ferðir

Fyrru ferð fekk eigaran ein 16 ára gamlan at koyra seg á farstøðina tí hann fór jólatúr við Norrønu

 

Í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn, við tveimum blaðungum dreingjum í.

Tað vísti seg, at báðir dreingirnir vóru bara 16 ára gamlir, og eyðvitað høvdu teir sostatt ikki koyrikort, men kortini vóru teir farnir sær ein biltúr. Løgreglan tók lyklarnar til bilin í varðveitslu.

Tann eini 16 ára gamli, sum var í bilinum í nátt, varð eisini tikin fyri at koyra sama bil fyri eini viku síðani.

Tá var tað sermerkta hent, at eigarin, sum er 18 ár, og akkurát hevur fingið koyrikort, skuldi jólatúr við Norrønu, og í hesum sambandi hevði hann so fingið tann 16 ára gamla vinmannin at koyra seg oman á farstøðina.

Løgreglan sigur, at sostatt fekk eigarin bót fyri at hava latið tann 16 ára gamla koyra bilin, og bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra bil, hóast hann var so ungur, at hann ikki kundi hava koyrikort.

Tann 16 ára bilførarin í nátt verður eisin i skuldsettur fyri tað sama.

Og samstundis fer løgreglan at kanna, hvussu tað kundi lata seg gera, at teir 16 ára gomli vóru farnir við bilinum í nát.t

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt.