Seldi dóttur sína

Í USA hevur løgreglan tikið ein mann, sum royndi at selja 14 ára gomlu dóttur sína. Keypari var ein 18 ára gamal unglingi. Fyri gentuna vildi pápin hava 16.000 dollarar, 100 kassar av øli og nakrar kassar av kjøti, skrivar AP. Tað vísti seg kortini, at unglingurin hevði ikki pening til at rinda allan kostnaðin, og tað fekk pápan at fara til løgregluna við málinum. Har bleiv hann skuldsettur fyri mannahandil. Tann ungi keyparin bleiv eisini tikin, og hann er skuldsettur fyri kynsliga samveru við børnum. Gentan er farin til skyldfólk at vera.