- Tann almenna jørðin verður ikki einskild á hesum sinni.
Tað staðfesti bæði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin.
Teir eru báðir í samgongu saman við Jacob Vestergaard og teir siga, at ætlanin hjá honum um at einskilja almennu jørðina, er ongan veg komin yvirhøvur.
Í eina tíð hevur Jacob Vestergaard arbeitt við eini ætlan um at selja tað almennu jørðina í Føroyum, sum er helvtin at allari jørð í landinum.
Men á Búnaðarstevnuni, sum tey í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, skipaðu fyri í gjár, staðfestu teir báðir, at Jacob Vestergaard hevur ikki undirtøku í samgonguni fyri at einskilja almennu jørðina.
Teir staðfesta samstundis, at Jacob Vestergaard hevur heldur ikki biðið um stuðul í samgonguni fyri at einskilja almennu jørðina.
Og at enda staðfestu teir, at spurningurin um at einskilja almennu jørðina, er ikki eitt mál, sum er á skrá hjá hesi samgonguni, og tískil verður tað ikki fyribils, at almenna jørðin verður einskild.
Bjørn Kalsø helt kortini, at tað kundi verið skil í at einskilt onkrar av teimum smæstu almennu lutunum, ella at landið keypti smærri lutir frá privatum at lagt afturat onkrum festi.
Tað man Jacob Vestergaard sjálvur hava ein varhuga av, tí hann staðfesti, at ætlanin um at einskilja almennu jørðina, er hvørki viðgjørd í Fólkaflokkinum sjálvum og sostatt enn minni í samgonguni.
Hann gjørdi tískil greitt, fyribils stendur ætlanin um at einskilja almennu jørðina sostatt fyri hansara egnu rokning.
Hinvegin er Jacob Vestergaard í ferð við at savna tilfar saman sum skal leggjast fyri løgtingið og tað skal so vera grundarlagið undir einum aðalorðaskifti um landbúnaðin og tað aðalorðaskifti verður so einaferð í næstum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi vónar ikki, at aðalorðaskifti bara fer at snúgva seg um at einskilja almennu jørðina, ella ikki, tí hon heldur, at tað eru nógv onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri landbúnaðin, eitt nú fíggingarmøguleikar o.s.fr.