Selur føroyskar vørur í italskum handli í Keypmannahavn

Barbara í Gongini selur nú klæði síni í italsku konseptbarrini Salotti 42, har hon vil bjóða øllum sansunum av.

Herfyri byrjaði Barbara í Gongini at selja sínar føroysku vørur í italsku koktailbarrini Salotto 42 í Keypmannahavn. Tað er síðan fashionforum.dk, ið fyrst bar tíðindini.

 

Umframt vanligar barrvørur, eru aðrar vørur sum bøkur og klæði eisini til sølu í barrini, millum annað hevur Guðrun & Guðrun áður selt vørur sínar í Salotto 42.

 

Nú hevur Barbara í Gongini so latið upp tað, sum tey kallað eitt samstarv við Salotto 42. Hetta er fyrstu ferð, at Barbara í Gongini letur ein veruligan handil upp. 

 

Seinni er ætlanin at skipa fyri konsertum í Salotto 42, sum liggur í Pilestræde 52.