Selvig fer ongan veg

Í síðstu viku boðaði VÍF frá, at Jan Ottosen var settur sum nýggjur venjari hjá besta mansliði felagsins, samstundis sum landsmaðurin Nicklas Selvig skuldi koma somu leið úr KÍF og umframt at spæla við VÍF, eisini skuldi vera hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum.

 

Hetta seinna er tó ikki rætt. Tíðindini, sum heimasíðan hjá VÍF ber um Nicklas Selvig, eru ikki sonn.

 

- Sambært Nicklas Selvig, so hevur hann ikki gjørt nakra avtalu við VÍF, so hann kemur at spæla við KÍF komandi kappingarár, sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF, við Norðlýsið í kvøld.

 

Í viðmerking til greinina váttar Nicklas Selvig eisini sjálvur, at hann verður verandi hjá silvurvinnarunum í KÍF.

 

- Ein skal ikki trúgva øllum tí, ið verður skrivað. (…) Eg verði í KÍF næsta ár og ikki VÍF, staðfestir hann.