Leygarkvøldið 14. apríl verður eitt satt brak av eini konsert í Tøting. Hetta verður, tá tónleikasamtakið Grót bjóðar nummar 1, 2 og 3 av tónleikakappingini Sement 2012 á pall.
Eins og í fjør bjóðar Grót teimun bestu úr árligu tónleikakappingini Sement á pall í Gøtu.
Seinastu árini hevur Sement verið einasta tónlistarliga talent-kappingin av sínum slag í Føroyum. Og júst hendan kappining, sum hevur havt innivist í Perluni í Havn, er av sera stórum týdningi fyri menningina av rútmiskum tónleikatalentum í Føroyum.
Hópin av nýggjum bólkum síggja dagsins ljós og fáa veruliga roynt seg til Sement. Úrslitið av hesum kunna tit gleða tykkum til at uppliva, tá Sleepless Ghosts, Black Crow King og Jústines í Túni trína á pall.
Konsertin verður í Tøting í Syðrugøtu leygarkvøldið 14. apríl kl. 20.00
www.myspace.com/sleeplessghosts
www.facebook.com/pages/Black-Crow-King/206918602669402