Semja í fíggjarheiminum

Týsmorgunin undirskrivaðu Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovunum í Føroyum, Starvsfólkafelagið hjá Føroysku Sparikassum og Finansforbundet nýggjan tvey ára sáttmáli.
Samanlagt, so merkir sáttmálin eina lønarhækkan upp á 3%, og er hon soleiðis á sama støði, sum tær semjur, ið eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum higartil í ár.
Býtið í semjuni er soleiðis, at samlaði lønarvøksturin er 1,85%. Eitt prosent við gildi frá 1. mai í ár, og 0,85% 1. mai næsta ár.
Hartil hava starvsfólkini fingið tveir sáttmálafrídagar afturat, umframt at ymsa tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum. Hesar broytingar eru tó ikki nærri útgreinaðar í tíðindaskrivinum, sum er sent fjølmiðlunum.