Ósemja í kommunu: Tekniski stjórin farin úr starvi

Michael Viderø er farin úr starvi sum tekniskur stjóri í Tórshavnar Kommunu. Tað veit Kringvarpið at siga í dag.

 

 

Michael Viderø fær 10 mánaðar frágaringarløn, tá ið feria er tald við. Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri sigur við Kringvarpið, at partarnir vóru ikki samdir um, hvussu tekniska økið hjá kommununi skal rekast, og tað er orsøkin til, at tekniski stjórin er farin frá. 

 

 

 

Michael Viderø byrjaði sum tekniski stjóri hjá Tórshavnar Kommunu í februar 2015.