Semja millum Starvsmannafelagið og Føroya Tele

Tað eydnaðist eftir midnátt sunnudagin semingsmonnunum John Rajani og Nils Sørensen at fáa semju í lag í sáttmálasamráðingunum millum Starvsmannafelagið og leiðsluna á Føroya Tele

Tað eydnaðist eftir midnátt sunnudagin semingsmonnunum John Rajani og Nils Sørensen at fáa semju í lag í sáttmálasamráðingunum millum Starvsmannafelagið og leiðsluna á Føroya Tele

Klokkan 02:05 sendu partarnir út tíðindaskriv, ið boðaði frá semjuni.


Umskipanin av Telefonverk Føroya Løgtings hevði við sær, at talan var um serstakt sáttmálaøki, ið var leyst av sáttmálasamráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.


Samráðingarnar byrjaðu longu í oktober 1998, og arbeiðið hilnaðist væl, soleiðis, at broyttur tekstsáttmáli og nýggj lønarskipan var komin undir land. Stígur kom tó í samráðingarnar fyrst í mars mánað í ár, tá partarnir fóru undir at tosa um lønatvøkstur fyri næsta sáttmálaskeið.


12. mars 1999 steðgaðu samráðingarnar og boð varð sent eftir semingsmonunum, um ikki arbeiðssteðgur skuldi standast av.

Leygardagin tann 20. mars 1999 klokkan 13:00 sessaðust partarnir við samráðingarborðið á Hotel Føroyum. Klokkan 19:45 sunnukvøldið løgdu semingsmenninir semingsuppskot fyri partarnar. Innkallað varð til limafund sunnukvøldið klokkan 21:00 fyri starvsmannafelagslimirnar, sum starvast hjá Føroya Tele, har semingsuppskotið varð lagt fram og seinni góðtikið av nevndini.


Leiðslan í Føroya Tele góðtók eisini uppskotið.


Høvuðsinnihaldið í seminsuppskotinum, sum partarnir hava góðtikið, er:


* Broytingar verða gjørdar í tekstsáttmálanum millum partarnar

* Nýggj lønarskipan verður at virkað frá 1. mars 1999

* Lønin hjá starvsmannafelagslimunum á Føroya Tele verður hækkað við 2,5% tann 1. mars 1999 og aftur við 2,5% tann 1. mars 2000

*Avtøka av karensdagaskipan

*Broyting í útrokningargrundarlagnum fyri tímalønir

* Skipan viðv. lønarískoytum


Umframt broytingar, sum eru innihildnar í semingsuppskotinum, er eitt protokollat undirskrivað av pørtunum, sum inniheldur 6 punkt, har m.a verður nomið við, at eitt arbeiði skal gerast í sambandi við samstarvsnevnd, vaktarskipanir, útbúgvingarskipanir, ískoytispolitikkur v.m.


Sagt verður, at partarnir fegnast um, at gjørligt var at koma á mál, hóast truplar umstøður á arbeiðsmarknaðinum.