Semja um fyrsta part í friðarætlan í Gaza

Bæði Ísrael og Hamas hava nikkað 'ja' til fyrsta stig í friðarætlanini hjá Trump

Avtalan skal endaliga góðkennast av ísraelsku stjórnini í dag.

 

Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um fyrsta stigið í friðarætlanini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur staðið á odda fyri.

Tað kunngjørdi amerikanski forsetin í gjárkvøldið danska tíð á sínum sosiala miðli Truth Social. Bæði Ísrael og Hamas hava eftirfylgjandi váttað, at tey hava gjørt semju um fyrsta byggistig.

Hetta hendir góð tvey ár eftir, at álopið hjá Hamas á Ísrael elvdi til eitt blóðugt kríggj, sum hevur havt stórar humaniterar avleiðingar fyri sivilfólkið í Gaza.