Samferðsla
Flogvøllurin í Vágum skal yvirtakast og leingjast, sigur landsstýrismaðurin við vinnumálum. Men hansara tøl samsvara ikki við tøl, hjá Statens Luftfartsvæsen, sum enn eigur vøllin.
Sambært landsstýrismanninum við vinnumálum, Bjarna Djurholm, fer tað at kosta 137,4 milliónir krónur at leingja flogvøllin í Vágum við 200 metrum og seta ta keyptu glíðibreytina upp.
Tað undrar Eivind Jacobsen, borgarstjóra í Sørvági, hvaðani landsstýrismaðurin hevur fingið tey tølini frá. Tí hann vísir á, at í 1988 varð gjørd ein umfatandi ætlan fyri útbyggingum av flogvøllinum. Hendan ætlanin umfataði tríggjar møguleikar. 200 metrar, 400 metrar og 600 metrar. Og tá kostaði tað 185 milliónir at leingja vøllin 200 metrar, sigur Eivind Jacobsen.
Til tað sigur Bjarni Djurholm, at tað er tí, at talan er um tvær ymiskar »trygdarsonur« í samband við leingingina.
Ymiskar fyritreytir
»Trygdarsonan« er stutt og greitt breiddin á vøllinum frá miðjuni út á kantin hvørjumegin við, greiðir Niels Witnher, fulltrúi í Vinnumálastýrinum, frá. Og prísmunurin, sum er millum 1988 ætlanina og ta, sum nú er gjørd, er tann, at nú verður roknað við 75 metra trygdarsonu, meðan tað í 1988 varð ætlað at vera 150 metra trygdarsona.
Tann fyrra er í grundini tann rætta, sigur Niels Winther, men hendan, sum nú verður roknað við, verður gjørd við undantaksloyvi frá altjóða loftferðslumyndugleikunum.
Prísmunurin stendst tó ikki bara av sjálvari breiddini, sigur Niels Winther. Men eisini av, at í 1988 ætlanini var neyðugt at flyta fleiri bygningar fram vil flogvøllinum, um ætlaða breiddin upp á hálvtannaðhundrað metrar skuldi haldast. Ikki bara bygningar inni á sjálvum flogvallarøkinum, uttan eisini bygningar uttan fyri økið.
Skeivir upplýsingar
-Tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tað bara ber til at leingja flogvøllin við 200 metrum, er tað beinleiðis skeivt, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Hann vísir aftur til kanningarnar og ætlanina frá 1988, sum siga, at tað ber væl til at leingja vøllin við 600 metrum heilt upp til 1850 metrar.
Fáa vit ein flogvøll upp á 1850 metrar, lýkur hann øll tey krøv, føroyingar yvirhøvur fara at seta til flogferðslu, sigur Eivind Jacobsen. Tá fáa øll flogfør, sum kunnu vera aktuel at brúka her, lent og lætt. Hann væntar ikki, at vit nakrantíð fara at hava brúk fyri »Jumbo Jet ella flogførum av slíkum dimensiónum« til okkara ferðslu, sum hann tekur til.
Men Bjarni Djurholm vísir hinvegin á, at tá hann tosar um 200 metrar, er tað tann longdin, sum vit fáa mest gagnnýtslu burturúr.
Fysiskt er einki í vegin fyri at leingja flogvøllin til 1850 metrar, sigur landsstýrismaðurin. Men so fáa vit ikki brúkt teir seinastu 600 metrarnar til nakað kortini orsakað av innflúgvingarvinklinum, sigur hann, uttan tó at duga at greiða nærri frá, hvat tað er við vinklinum, sum ger, at vøllurin ikki kann brúkast.
Men Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri kann geriða frá tí, hann heldur, landsstýrismaðurin meinar við.
Tað, sum hendir har, sigur Finnbogi Niclasen, er, at vøllurin kemur so langt út, at flogfarið fær minni pláss at flúgva millum fjøllini og vøllin. Sostatt noyðist flogfari at stoyta seg eitt sindur krappari, enn um tað kundi flogið longri tein inn móti vøllinum í beinari linju.
Men hann dugir ikki at siga, um tað fer at hava nakra ávirkan yvirhøvur á tey flogfør, sum koma at verða brúkt, sigur flogvallarstjórin.
Hann nevnir, at verður flogvøllurin longdur við 200 metrum til 1450 metrar, ber til at brúka Boing 737 flogførini, sum Maerks Air brúkar í dag, við fullum stólatali. Sum er, er vøllurin so mikið stuttur, at neyðugt er at taka nøkur setur úr flogfarinum orsakað av vektini.
Eisini hevði borið til hjá Atlantsflog at fingið eitt størri flogfar, um 200 metrar komu aftrat vøllinum. Flogfarið, sum í dag verður nýtt, er eitt BAE-200, meðan eitt BAE-300 flogfar hevði havt eini 20-30 setur aftrat.
Finnbogi Niclasen sigur annars, at hann hevur onga viðmerking til hetta málið, tí hann veit einki um tað. Eingi myndugleiki hevur vent sær til hansara. Tað hann veit, hevur hann hoyrt og lisið í pressuni, sigur hann.
Annað aftanfyri
Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, hevur einki álit á hesi ætlanini hjá landsstýrismanninum soleiðis. Hann óttast, at okkurt heilt annað enn bara ein yvirtøka og leingjan av vøllinum í Vágum liggur aftanfyri, sigur hann.
-Eg eri bangin fyri, at tað verður arbeitt við at flyta flogvøllin.
Eivind Jacobsen vísir á, at í ætlanini, sum nú fyriliggur, er bara talan um at leingja vøllin og seta glíðibreytina upp. Einki verður nevnt um ta alneyðugu útbyggingina av terminalinum, har alt ov lítið pláss er.
-Tað er ein vánalig ætlan bara at tosa um at flyta eina grótrúgvu úr Gásadalstunnlinum suður um endan á flogvøllinum fyri síðan at gera meira, tá tað liggur fyri, sigur Eivind Jacobsen.
Nei, hann metir, at tað, sum veruliga liggur aftan fyri er, at nú skal fólk fáa ta fatan, at tá hesir 200 metrarnir eru gjørdir, ber ikki til at gera meira. Og tá so allir møguleikar eru brúktir í Vágum, má ein nýggjur, stórur flogvøllur til nógva ferðslu gerast aðrastaðni.
Men so er ikki, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum. Men hann ásannar, at hetta er tað, sum gerast kann, sum støðan er nú, og tá tosað verður um hendan flogvøllin.
-Men verður tosað um at gera størri flogvøll, er støðan ein onnur. Og tað er ikki tikin støða til, um tað skal gerast nakar annar flogvøllur aðrastaðni, sigur hann, og tekur aftur í aftur, at tað, sum kann gerast í Vágum, eru hasir 200 metrarnir, um full gagnnýtsla skal fást burturúr.