Í sambandið við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar kommunu varð ein meir enn fimm metur høg og 23 tons tung standmynd reist á økinum við Gamla Kirkjugarð. Hetta hóast Fuglø Arkitektar, sum hava sniðgivið økið, mettu, at standmyndin var alt ov stór og ikki hóskaði inn í heildarmyndina á økinum.
Hjá Fuglø Arkitektum heldur leiðarin Jákup Pauli Johannesen tað vera sera hugstoytt á síggja, hvussu Klaksvíkar Kommuna valdi at skúgva arkitektoninsku fagligheitina fullkomiliga til viks í hesum arbeiðinum.
Spurdur, hví mentanardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu valdi ikki at lurta eftir arkitektunum, sigur leiðarin Dávur Winther
- Tí so høvdu vit ikki fingið standmyndina, har vit vildu hava hana. Hartil vildu vit fylgja ynskinum hjá listamanninum um, hvar standmyndin skuldi standa, sigur Dávur Winther
Enn eitt skelti í Las Vegas
Sambært Dávur Winther var bólkurin, ið stóð aftanfyri hugskotið til standmyndina, nóg kompetentur til at taka eina slíka avgerð. Bólkurin metti, at økið er ivaleysa stórt til eina slíka standmynd, og at hon ikki órógvar heildarmyndina, hon er partur av.
Men í eygunum á Jákup Paula Johannesen sær hendan myndin heldur øðrvísi út.
- Nýggja standmyndin er fyri tað fyrsta alt ov stór til økið. Hartil er ríkiligt av pynti har frammaundan, og tí er standmyndin mest at líkna við ”enn eitt skelti í Las Vegas” sum druknar í øllum hinum, sigur Jákup Pauli Johannesen.
Eisini heldur hann tað vera spell, at standmyndin nú blokerar fyri krossandi útsýnislinjunum í økinum bæði yvir móti posthúsinum, Eik og Gamla Kirkjugarð, sum øll eru arkitektoniskir varðar á sín egna hátt.
- Sum er, tekur standmyndin eisini tignina frá gamla kirkjugarðinum og minnisvarðanum har, sum júst eru sniðgivin við tí fyri eyga at lata tey standa fram sum halgistøð, sigur Jákup Pauli Johannesen.
Leiðarin á mentanardeildini, Dávur Winter, heldur hinvegin, at standmyndin netupp undirstrikar tignarliga dámin kring kirkjugarðin.
- Hartil vóru vit ikki í iva um, at júst økið, har miðaksirnir í býnum møtast, var mest upplagda staðið til eina slíka standmynd. Bæði tí standmyndin kemur best til sín rætt har, umframt at hon fær flestu og bestu baksýni millum krossandi útsýnini, sigur Dávur Winther.
Elvir til líkasælu
Jákup Pauli Johannesen dylir ikki yvir, at hann heldur tað vera sera hugstoytt at arkitektoniska fagligheitin bara soleiðis verður skúgvað til viks.
- Eitt er, at kommunan kemur við eini standmynd, sum fullkomiliga órógvar ta heildina, sum okkara virki legði nógva orku í at skapa. Minst líka ørkymlandi er tað, at kommunan eftir øllum at døma ikki er áhugað í at brúka ta vitan um økið, sum arkitektavirkið arbeiddi upp í sambandi við sniðgevingina, so at møguligar broytingar betri hanga saman við upprunaligu tankarnar við økinum, heldur leiðarin á Fuglø Arkitektar.
- Skal hetta verða politikkurin í framtíðini, er stórur vandi fyri, at tú sum arkitektur verður meir ella minni líkaglaður við tí, tú skapar, tá als ongi atlit verða tikin til tað seinni, sigur Jákup Pauli Johannesen.
Hóast Dávur Winther heldur Fuglø Arkitektar hava loyst uppgávuna kring kirkjugarðin á ein skilagóðan hátt, minnir hann á, at Jákup Pauli Johannesen ikki er býararkitektur í Klaksvík og hevur hann tískil heldur ikki seinasta orðið í slíkum málum.
- Hartil er tað at siga, at ongin kann vænta, at slík øki sleppa at standa órørd í allar ævir. Um so var, sluppu ongar broytingar og ongin nýskapan nakrantíð framat, og tað kann ikki vera rætt, sigur Dávur Winther.
Jákup Pauli Johannesen dylir tó ikki yvir, at úrslitið við gamla kirkjugarð gevur inntrykk av, at mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu líður av onkrum slag av mentanarligum undirlutakompleksi.
Uttan at taka støðu til hesa útsøgn minnir Dávur Winther á, at Klaksvíkin longi hevur verið í so fátæk, tá tað ræður um standmyndir.
- Eftir míni tykki er tað heldur at frøast um, at vit nú royna at lyfta okkum upp á eitt virðiligt støði á hesum økinum, sigur Dávur Winther.
Fakta
Í bólkinum, sum hevði ábyrgdina av 100 ára standmyndini hjá Klaksvíkar Kommunu, hava sitið:
Dávur Winther, ábyrgd
Archiebald Black, listamaður
Edward Fuglø, listamaður
Hans Hjalte Skaale, býargartnari