Ósemja við landsstýrismannin fekk stjóran at fara frá

Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, vildi hava stjóran á Strandferðsluni, Regin Vágadal, at ógilda tvær starvssetanir Stjórin hevði sett tveir skiparar til Smyril, og hann vildi ikki ógilda setaninar, tí hann hevði fingið onnur boð frá Fíggjarmálaráðnum, og í staðin valdi hann at siga seg úr starvi.

Báðir skipararnir á Smyrli vórðu sagdir upp fyrr í ár.

-Teir blivu uppsagdir vegna 67 ára aldur, sum reglur søgdu. Eg søkti Fíggjarmálaráðið um at taka uppsagnirnar aftur, men fekk tað svar, at tað kundi eg ikki, sigur Regin Vágadal við Kringvarpið.

Hann sigur, at tað var vorðið ov seint at seta skipararnar aftur í starv, tí Strandferðslan hevði langt síðani lýst eftir nýggjum skiparum, og teir setti stjórin í starv.