Semja við pilotarnar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flog­skip­ar­a­felag Føroya und­ir­­skriv­aðu fríggj­a­dag­in 1. apríl und­ir semju um leingjan av ver­andi sátt­mála.

Semjan hevur við sær ávísar til­lag­ing­ar av sátt­mál­a­num um­framt eina løn­ar­hækk­ing á 1,25% 1. apr­íl í ár. Hetta er sama løn­ar­hækk­ing, sum hini fak­fel­øg­ini á priv­ata ar­beiðs­mark­nað­i­num á landi hava fingið í hesi sam­ráðing­ar­rund­uni, sum byrjaði við ar­beið­ar­a­fel­øg­u­num í mai 2010.
Sáttmálin við Flog­skip­ar­ar­nar er longd­ur til 1. no­v­ember í ár, men løn­ar­hækk­in­g­in er tó gald­andi til 1. apríl komandi ár.