Í øllum førum er vorðið sera vátt í reiðrinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og sambandstingmaðurin Bjørn Kalsø hevur alment boðað frá, at hann umhugsar sína støðu í Sambandsflokkinum, eftir at hann ikki fylgdi leiðsluni, ella at leiðslan ikki fylgdi meirilutanum í flokkinum.
Afturvendandi glantrileikurin um fiskidagarnar er ikki serliga konstruktivur. Okkurt er púra galið, tá so stórt stríð og so stórar ósemjur skulu standast av hesum ár undan ári. Ætlanin var jú ongantíð, at skipanin skuldi broytast á hvørjum ári, men bert stillast eftir tørvi. Men tað er ikki hissini stríð, ið hendan skipan hevur elvt til í politisku skipanini.
Og sjargongurin er eisini ógvusligur. Annar parturin leggur hin partin undir eirindaleyst at taka lívsgrundarlagið frá fólki, meðan hin parturin heldur uppá, at skerjingin fer at styrka lívsgrundarlagið hjá somu fólkum.
Tá alt kemur til alt, so mugu vit øll vera samd um, at vit ikki eiga at fiska meira, enn stovnarnir tola. Tað kann ikki bera til, at tað bara er talið av døgum, sum er avgerandi fyri, um fólk í hesi vinnugrein klára seg. Vit mugu sjálvandi taka atlit til lívfrøðiliga vøksturin á grunnum, og verður hann bøttur við lakari veiðitrýsti, so verður inntøkugrundarlagið tilsvarandi frægari - sigur í øllum førum vanligur logikkur.
Tað harmiliga við hesum kjaki er tó, at tað er á so ófantaliga lágum støði. Vit hoyra – eisini av tingsins røðarapalli – sera niðrandi umrøðu av fiskifrøðingum og av vitan sum so. Tað sigur seg sjálvt, at fólk við hollari ástøðiligari útbúgving og royndum innan lívfrøði hava eina vitan, sum kemur vinnuni til góðar.
Tað sigur seg eisini sjálvt, at fiskimaðurin, við lívsroyndum á grunnunum, eisini hevur holla vitan, sum eisini kemur vinnuni til góðar. Men við runublaking – og bara at brúka niðrandi vendingar um ástøðiligu vitanina, so kemst ongan veg.
Endamálið hjá báðum pørtunum er vælsaktans at troyta og gagnnýta tilfeingið burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, sum andin í lógini eisini sigur.
At samantvinna hetta mátti ikki verið so ringt...