Senda pening til Nepal

Reyði Krrossur Føroyar er við í hjálpararbeiðinum eftir harða jarðskjálvtan í Nepal leygardagin.

Altjóða Reyði Krossur hevur sett í verk eitt ógvuliga umfatandi vanlukkuarbeiði í Nepal eftir jarðskálvtan leygardagin 25. apríl, ið var máldur 7,9 á Richter stiganum.

 

Reyða Kross feløg kring heimin eru farin til Nepal at inna bráðfeingishjálp í stóru náttúruvanlukkuni, ið hevur kravt fleiri túsund mannalív og løstað fleiri túsund, eins og fleiri túsund eru vorðin heimleys.

 

Reyði Krossur Føroya sendir 50.000 krónur til hjálpararbeiðið í Nepal. Peningurin verður nýttur til millum annað fyrstuhjálp og læknahjálp, til presendingar at veita fólki innivist, umframt til  mat, vatn, teppir, heilivág og køksbúnyttir.

 

Hvussu víðfevnandi skaðarnir eru, og hvussu nógv eru deyð, løstað og vorðin heimleys, vita myndugleikarnir í Nepal ikki enn til fulnar. Í dag, týsdagin 28. apríl, er talið av deyðum komin upp á 3.700, men bæði talið av deyðum og talið av løstaðum heldur á at vaksa.

 

Reyði Krossur hevur útbúgvið 10.000 sjálvboðin í Nepal at inna fyrstuhjálp og leita eftir fólki í niðurrapaðum húsum í  náttúruvanlukkum sum hesari. Hesi 10.000 sjálvbodnu Reyða Kross fólkini eru á staðnum. Tey leita eftir fólki, ið enn eru á lívi í niðurrapaðu húsunum og inna fyrstuhjálp til tey mongu løstaðu.

 

Reyði Krossur í Nepal hevur drúgvar royndir við vanlukkuhjálp og hevur ein høvuðsleiklut í tilbúgvingarætlanini hjá myndugleikunum í náttúruvanlukkum sum hesari. Altjóða Reyði Krossur hevur eisini sent eitt sonevnt “felthospital” til Nepal, har møguleiki er at veita læknahjálp - eitt nú skurðviðgerðir.