Tað var nógv gottfólk komið saman at heilsa upp á fráfarandi íslendska sendiharran í Føroyum, nú hann leggur frá sær fyri aldur.
Torbjørn Jacobsen kallaði hann fyri ein vinskapiligan mann, sum hann var komin at kenna umvegis starv sítt sum landsstýismaður í fiski- og tilfeingismálum. Millum annað gjøgnum samráðingar við íslendingar um fiskiveiðirættindi hjá hvørjum øðrum.
Eisini løgmaður var og heilsaði upp á og hann nýtti høvið at ynskja Eiðuri Guðnason alt tað besta frameftir.
- Eg havi boðið honum út í Tinganes til kaffi einar tvær ferðir, og har hava vit tosað um nógv ymisk mál, sigur løgmaður.
Hann vísti á søguliga sambandið landanna millum, og fegnaðist um, at íslendingar hava sett á stovn sendistovu í Føroyum.
- Sjálvt um vit eru fá fólk, eru vit ein stór tjóð, staðfesti Kaj Leo Johannesen.
Glaður um Føroyar
Jan Müller, ábyrgdarstjóri á Sosialinum, nýtti sum vera man høvið at fáa eitt prát við Eiður Guðnason.
Hetta hevur verið ein góð tíð. Eg hevði verið í Føroyum einar tvær-tríggjar ferðir, men nú havi eg so búð her í eitt ár og níggju mánaðir, segði Eiður Guðnason.
Hann fegnaðist um at hava upplivað tíðina í Føroyum, og vísti á eina Gallup kanning í Íslandi, har Føroyar vórðu kosnar vinsælasta fólkaslag í heiminum.
Eiður Guðnason kom frá einum starvi sum sendimaður í Kina til Føroya, men hóast talan er um púra ymisk lond, so hava tey bæði eitt pláss í hansara hjartað.
Nú endi eg mína karrieru í Føroyum, og góði vinmaður mín, Magni Arge, hevur latið mær eitt gávukort, sum er ein flogferðaseðil, so eg komi heilt víst aftur til Føroya, segði Eiður Guðnason.
Spurdur, hvat tað besta hevði verið við tíðini í Føroyum er fráfarandi sendimaðurin ikki í iva.
Vinskapurin og blíðskapurin, tú møtir alla staðni. Og lat meg líka nevna, at eg í summar saman við vinfólkum var ein túr úti í Mykinesi og Mykineshólmi, og tað bleiv ein serligur dagur. Hitin má hava veri oman fyri 20 stig, og hetta er ein dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma, segði Eiður Guðnason.
Hjálpa til sjálvstýri
Tá tað kemur til at geva føroyingum góð ráð er Eiður Guðnason eitt sindur afturhaldin.
Tað er nærmast øvugt. Tað eru heldur føroyingar, sum skulu geva okkum góð ráð, heldur hann.
Annars heldur hann seg kenna eitt ávíst politiskt rák í Føroyum.
- Eg haldi, at føroyingar spakuliga, men sikkurt ganga fram móti sjálvstýri. Og tað fer at henda, tá tíðin er búgvin, segði Eiður Guðnason.
Hann vísir á, at í tí sambandi hvur íslendski uttanríkismálaráðharrin sagt, at íslendingar fegnir hjálpa føroyingum á embætismannastigi.
- Um føroyingar til dømis ymskja at senda embætisfólk til Íslands at arbeiða í nakrar mánaðir, ella um teir vilja fáa royndir á íslendskum sendistovum, so skuldi tað verið møguligt, heldur Eiður Gunðason.
Hann vónar, at síggja føroyingar í EFTA og øðrum altjóða limaskapum, men ES vil hann ikki úttala seg um.
At enda kundi hann vissa um, at eftirmaður hansara er ein sera dugnaligur maður.
- Hann hevur arbeitt sum leiðari í uttanríkismálaráðnum undir David Oddson. Hann hevur undirvíst á íslendska universitetinum í uttanríkismálum, og hevur breiða altjóða vitan. Og hvør veit – kanska hann kann hjálpa føroyingum í viðurskiftunum mótvegis USA, segði Eiður Guðnason í samrøðu við Jan Müller.