Sendikvinna fyrilestur í kvinnuhúsi

Mánakvøldið komandi kl 20 fer sendikvinnan í Íslandi, gunnvør Balle, at halda fyrilestur í Mettustovu í Havn

Gunvør er 40 ár og útbúgvin cand. merc. Í september 2007 flutti hon til Íslands við manni og 3 børnum. Endamálið við flytingini var, at hon skuldi seta á stovn eina føroyska sendistovu í Reykjavík.

Mánakvøldið 4. februar fer hon at greiða frá sínum arbeiði sum føroysk sendikvinna í øðrum landi. Hvat hennara fyrstu uppgávur hava verið, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman.

Eisini fer hon at umrøða hvussu tað er at vera kvinna í slíkum starvið ? munin á samfelagnum í Føroyum og Íslandi, ávirkanina á familjuna, og tað at arbeiða í tíðaravmarkaðum starvi.