Fyrstu áttandapartsfinalurnar í afrikanska meistaraskapinum í fótbólti hjá monnum í Marokko, eisini nevnt AFCON, eru leiktar í dag.
Senegal vann greitt 3-1 á Sudan, meðan tað var háspenningur í áttandapartsfinaluni millum Mali og Tunesia, ið Mali vann 4-3 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Í brotssparkskappingini brendi Mali tvey brotsspørk, meðan Tunesia brendi trý brotsspørk, og tað gjørdist lítli munurin millum liðini.
Í vanligu leiktíðini javnaði Mali seks minuttir inni í tíðini dómarin legði aftrat.
Senegal-Sudan 3-1 (2-1)
0-1 Aamir Abdallah ('6 )
1-1 Pape Gueye ('29 )
2-1 Pape Gueye ('45+)
3-1 Ibrahim Mbaye ('77 )
Mali-Tunesia 4-3 (1-1 - 0-0) - Eftir brotssparkskapping
0-1 Firas Chaouat (´88)
1-1 Lassine Sinayokom, br. (´90+)
Mali vann brotssparkskappingina 3-2.
Í morgin klokkan 16 spælir vertstjóðin, Marokko móti Tansania, og klokkan 19 møtast Suðurafrika og Kamerun.











