SENIL DEMENT Á EIÐRARGARÐ

Við at skerja fólkapensjónina hjá teimum, sum hava meira enn 89.000 í inntøku umframt fólkapensjónina, væntar Kristian Magnussen at spara 12 mió krónur. Hesar pengar ætlar hann m. a. at nýta til røktarheim fyri gomul senildement fólk, sum í dag onga røktarskipan hava.

? Eg ætli, at avlopsparturin av Eiðrargarði skal nýtast til hetta endamálið, sigur Kristian Magnussen.

Hann sigur, at umsitingin verður flutt av Eiðrargarði, sum hóast tað hýsir øðrum virksemi - men avlopsplássið skal nýtast til tey gomlu senildemntu.

? Tað er bæði ósømuligt og óetiskt, at vit onga skipan hava til teirra, sigur landsstýrismaðrin.

? Eg pilki altso ikki við fólkapensjónina fyri at spara pengar av almannaøkinum, men fyri at umfordeila - og á tann hátt m. a. skapa rúmd fyri hesum.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal á hesum bústaði verða pláss fyri 12 fólkum. Kostnaðurin verður 4 mió krónur.