VERKFALL
Eftir samráðingarslitið týsnáttina skuldseta Fíggjarmálastýrið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag mótpartin Føroya Pedagogfelag at leypa frá gjørdari avtalu. Føroya Pedagogfelag hinvegin sigur seg ikki at hava lopið frá nakrari avtalu og skírir mótpartin sera óseriøsan. Eftir at semingsfólkini Gloria Kalsø og Jákup í Gerðinum vóru komin upp í leikin fyrst í hesum mánaðinum, komu partarnir ásamt um, at tey skuldu arbeiða við at gera eina nýggja lønartalvu fyri allar limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, og síðani fáa restina av sáttmálakrøvunum uppá pláss. Arbeiðið skuldi verða liðugt seinasta hósdag 15. november, tá ið sáttmálin skuldi undirskrivast.
- Vit hittust til ein arbeiðsfund, men annars hevur mótparturin hvørki verið at sæð ella til at hitta hóast vit óteljandi ferðir hava roynt at fingið fatur á teimum. Sostatt eru ymisku sáttmálaviðurskiftini als ikki arbeidd ígjøgnum, sum vit høvdu roknað við. Hetta er sera óseriøst, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag heldur ikki, at mótparturin kann ákæra teirra felag at hava lopið frá nakrari avtalu, tá ið sáttmálakrøvini ongantíð eru avtalað.
- Vit høvdu gjørt eina avtalu út frá tí, vit vóru samd um. Tað, sum restaði í - og tað vóru nógv viðurskifti -, skuldi avgreiðast til tann 15. nov. Men av tí, at mótparturin als ikki hevur verið at fingið fatur á, kundu vit ikki gera annað enn at taka hesi krøvini við til samráðingarnar til endast, sigur Carita Björklund.
Undir samráðingunum vórðu partarnir vorðnir samdir um nærum allan limabólkin og høvdu gjørt eina lønartalvu har útfrá, sigur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag.
- Einasta, sum restaði í, var uppskotið hjá okkum um, at dagrøktarleiðarar verða løntir á jøvnum føti við dagstovnaleiðarar. Tá ið mótparturin so fór at eftirrokna, komu teir til, at lønarhækkingin so fór upp um tey 12 prosentini, sum var karmurin. Talan er um 25 dagrøktarleiðarar, og tá ið vit tosa um meiri enn 1000 limir í Pedagogfelagnum, loyvi eg mær at ivast í, um lønarhækkingin til hesi 25 koppa øllum roknistykkinum.
- Tá ið mótparturin fer at umrokna og eftirrokna ymiskt, sum var avgreitt og semja var um, samstundis sum tey komu við nýggjum prinsippum og tølum, var eingin annar útvegur enn at fara í verkfall.
Ímóti lønartalvu
At gera eina nýggja lønartalvu fyri allar limirnar hjá Føroya Pedagogfelag, hevur verið eitt av stóru málunum, sum Føroya Pedagogfelag hevur arbeitt við. Málið er at gera ein einfaldari sáttmála við eini lønartalvu ístaðin fyri fýra, sum nú er. Í lønartalvuna skulu so allir limirnir setast av nýggjum og har í kemur lønarhækkingin.
- Hóast báðir partar hava skrivað undir uppá, at vit skulu hava eina lønartalvu, arbeiðir mótparturin ímóti, at vit fáa eina slíka. Tað er eingin vilji til, at nøkur semja verður gjørd. Vit skutu upp, at okkara limir fingu eina lønarhækking uppá 5 prosent fram til 1. mars komandi ár og at vit tá taka eina nýggja lønartalvu í nýtslu, sum vit sjálvandi skulu vera samd um. Men heldur ikki tað vil mótparturin. Vit kunnu ikki vera annað enn ótrygg við mótpartin, tá ið hann enn tá leypur frá avtalum, sum semingsfólkini hava gjørt og báðir partar hava undirskrivað, eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sigur Carita Björklund.
Skjótt eru níggju mánaðir gingnir síðani sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi.
- Okkara limir eru sera ónøgdir við ikki at hava fingið nakran sáttmála enn. Vit hava følt ein mótvilja frá byrjan til enda, sum helst botnar í tí sum hendi í vár, tá ið ógreitt var, hvør okkara samráðingarpartur var og vit máttu í verkfall.
Verkfallið merkir, at umleið 900 limir í Føroya Pedagogfelag ikki fóru til arbeiðis týsdagin í vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og serstovnum kring landið. Í tíðindaskrivi eftir slitið týsnáttina siga Fíggjarmálastýrið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Kommunala Arbeiðagevarafelag, at tey vóna, at Føroya Pedagogfelag skjótt kemur til samráðingarborðið aftur. Eftir øllum at døma ein lítil innbjóðing.