Laila av Reyni hevur júst verið á stóra palli, og framført eitt sera vakurt og gjøgnumført show. Laila er jú multikunstnari, og meðan hon sang sínar vøkru sangir, hevði hon eisini modellir á pallinum, ið vístu fram kjólar ið hon sjálv hevur sniðgivið.
Konsertin var ein fragd fyri eygað, og hvør kjóli var vakrari enn annar. Kjólarnir vóru allir sera sjáldsamir, og vóru gjørdir úr øllum frá vøkrum blondum til føroyska ull.
At enda, tá allar modellirnar stóðu á rað, brast konfetti út yvir alt fólkið.
Afturat Lailu av Reyni vóru Símun Eyðun Dávidsen á keyboard, Pætur Zachariassen á syntesyzer og Kristoffur Mørkøre á bass.