Eftir fyrsta korterið er støðan framvegis 0-0. Føroyska liðið er aftarlaga, men sentralu miðvallararnir eru skjótir at spæla fram í síðurnar, tá ið teir fáa bóltin.
Eftir eitt sovorðið álop var um reppið, at Súni Olsen skoraði, eftir innlegg úr høgru frá Símuni Samuelsen. Men bólturin fór dygst omanfyri handaru samankomingina.
Serbar hava eina ferð havt bóltin á tvørtrænum aftanfyri liðformannin Jákup Mikkelsen.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki er tað framvegis málleyst.
Tá ið føroyingar fara í álop eru Súni Olsen, Símun Samuelsen og Bogi Løkin skjótir fram at hjálpa Christian Lamhauge Holst.
Serbarnir hava verið tætt við síðstu løtuna, men Jákup Mikkelsen hevur við meistarligari bjarging vart fyri skotroynd úr tíggju metrum.
34.
Framvegis málleyst. Serbia hevur bóltin meiri, og teir eru títtir gestir í brotsteiginum hjá Føroyum.
Eftir hálvan tíma høvdu føroyingar fínt gjøgnumspælt álop í vinstru. Vinstri vongverjin, Johan Troest Davidsen, gjørdist leysur eftir djúpa sending frá Símuni Samuelsen, men málverjin bjargaði royndini hjá NSÍ verjuspælaranum úr tíggju metrum.
40.
Serbiska liðið hevur ikki megnað at varðveitt so mikið høga leikferð, at tað bilar hjá føroysku spælarunum at fylgja við.
Føroyska liðið er framvegis væl skipað.
45.
0-1: Milan Jovanovic 44.
Eftir innlegg úr vinstru og fleiri royndir mitt fyri, sum vórðu blokeraðar av verjuni, og eftir bjarging av Jákupi Mikkelsen fær púra leysi Milan Jovanovic mitt fyri málinum sett bóltin í málið.
Stutt frammanundan málinum varð Símun Samuelsen spældur leysur í vinstru. Christian Lamhauge Holst rann seg leysan undir málinum, men innleggið var ikki nóg neyvt.
Hálvleikur!
80.
Christian Høgni Jacobsen hevur loyst eitt sindur skadda Símun Samuelsen av, og Jan Ingi Petersen hevur loyst Súna Olsen av.
Støðan er 2-0 til Serbia, sum økti um leiðsluna í 62. minutti eftir deyðbólt, sum verjuspælarin Nenad Suboric stútaði í málið.
86.
Andrew av Fløtum loysir Christan Lamhauge Holst av.
Liðugt!