KÍ hevur higartil í ár havt eitt framúr gott kappingarár. Felagið liggur í løtuni einsamalt á odda í Effo-deildini og stevnir beint móti fyrsta FM heitinum í 17 ár, meðan felagið eisini er partur av finaluni um Løgmanssteypið sum verður seinast í august.
Ein av lyklaorsøkunum til góðu gongdina í KÍ í ár, er at felagið hevur verið heppið tá tað kemur til keyp av útlendingum.
Báðir serbarnir, ið komu undan kappingingarbyrjan, hava víst seg at verið framúr fongar á liðnum hjá KÍ. Og tí er tað uttan iva gleðiligt fyri norðoyingar, at bæði Semir Hadzibulic og Ahmed Mujdragic í kvøld hava longt sáttmálan við KÍ, soleiðis at hann er galdandi fyri kappingarárið 2017 eisini.
KÍ hevur sostatt longu nú tryggja sær fleiri av lyklaleikarunum til komandi kappingarár eisini. Fyrr í ár hava eisini Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreassen, Kristian Joensen og Ísak Simonsen longt sáttmálan við KÍ.