Serføroysk vørumessa

Vørumessan 2000, sum verður um vikuskiftið, er tillagað føroysk viðurskifti, tí nógvar ymiskar vinnugreinar eru umboðaðar á messuni

Tað er Birgir Poulsen, sum stendur fyri messuni, og hetta er triðja árið, at hann stendur aftanfyri eina slíka vørumessu.

Fyrstu ferð var í 1998, og tá var messan á Hotel Føroyum. Síðani tá er áhugin fyri messuni vaksin, og fleiri fyritøkur og handlar hava nýta nú høvið at vísa sínar vørur fram fyri keyparum.

Plásstrot var á Hotel Føroyum, og tí var messan flutt oman í ítróttarhøllina á Hálsi í fjør. Í ár verður høllin nýtt einaferð enn, og hon er eisini á tremur. Hetta er størsta messan higartil, og áhugin var so stórur, at ikki øll, sum meldaðu seg til, sluppu at luttaka. Tilsamans eru 32 básar í høllini, har vørur og tænastur verða sýndar fram.

Messan er fyrst og fremst ætlað handlum, stovnum, skrivstovum og virkisleiðarum. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá viðskiftafólki og seljarum at møtast á annan hátt enn vanligt.


Ikki almenn

Vørumessan er ikki almenn, og tískil kunnu øll ikki fara at hyggja at framsýningini. Framsýnararnir fáa innbjóðingar, sum teir senda keyparum við tí fyri eyga at fáa fleiri viðskiftafólk. Vørumessan 2000 er sostatt serliga ætlað keyparum.

Birgir Poulsen, sum hevur staðið fyri vørumessuni hesi trý árini, sigur, at vørumessan er lagað til føroysk viðurskifti. Messan er ikki ætlað eini serligari vinnugrein, men fyritøkur úr ymiskum vinnugreinum hava sínar básar á messuni. Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at hava eina fjølbroytta vørumessu.

Í útlondum er hinvegin vanligt, at bara ein vinnugrein sýnir fram vørur. Á hesi messuni verður nógv av tí, sum fyritøkur hava keypt á slíkum messum uttanlands, sýnt fram.


Nógv verður selt

Á hesum vørumessum verður vanliga nógv vøra seld, og nógvar bíleggingar verða gjørdar.

Fleiri handlar nýta høvið at gera innkeyp til jólar og vetrarhálvuna. Hetta er eisini tengt at teimum mongu nýggju vørunum, sum fyrstu ferð verða sýndar fram í Føroyum.

Tað ber eisini til hjá teimum flestu at finna okkurt til teirra vinnugrein á vørumessuni, og tað er ikki bara vørur, men eisini tænastur sum flutningur og samskifti.

Okkurt spennandi og nýtt verður óivað at síggja í høllini á Hálsi um vikuskiftið.