Sergjørdir bilar til allan tungan flutning

P/F I.R. Lastvognar í Kollafirði er ein av gomlu flutningsfyritøkunum í landinum.

Fyritøkan hevur røtur heilt aftur til tíðina, tá Christian Geyti búsetti seg á Langasandi í Kollafirði fyrst í 20-unum og byrjaði við hotelvirksemi, sum síðan førdi til tænastuvirksemi innan flutning av fólki og vøru.


Hetta virksemið yvirtóku eftirkomararnir við m.a. Menning Geyti, sum helt áfram við flutningi av vøru og fólki. Til hetta virksemið hevði hann bæði lastbilar og persónbilar.


Í 1970 tók næsta ættarliðið við, tá Bergtóra og Ian Rasmussen yvirtóku virksemið eftir Menning Geyti.


Enn í dag er virksemið hjá fyritøkuni á økinum og ognunum, har Christian Geyti byrjaði sítt virksemi við fyrst í 20-unum. Fyritøkan hevur í dag 15 bilar, og eru tað børnini sum reka fyritøkuna.


Fyritøkan fæst við allan flutning av t.d. bingjum (bilar við síðulyftara), maskinum (blokkvognar) og bilum til asfalt, skerv og grót umframt annan serflutning.