Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
----
Hósdagin 3. juni fingu allir løgtingslimir eitt teldubræv frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, har vit vórðu biðin um at skriva undir eina áheitan á løgtingsformannin, um, ”uttan óneyðuga dvøl”, at kalla tingið saman. Á skránni fyri ætlaða tingfundin skuldu vera ófráboðaðir og munnligir fyrispurningar.
Nú veit eg, at tað kann vera freistandi at koma við slíkum áheitanum, tí vanliga geva tær nakað av fjølmiðlaumrøðu (um tað skuldi verið endamálið), men máti skal vera við øllum.
Ófráboðaðir og munnligir fyrispurningar standa vanliga á skrá mikumorgnar, men tá møtir Kári á Rógvi ikki upp, tí tá undirvísir hann á Fróðskaparsetrinum. Men nú man fara at líða væl, at Setrið fer í summarfrí, og tí skal løgtingið kallast saman ”uttan óneyðuga dvøl,” soleiðis at møguleiki verður at halda fram at seta fyrispurningar.
Eitt annað løgið fyribrigdi, sum Kári á Rógvi hevur staðið fyri í hesi tingsetuni er, at hann, meira enn eina ferð, hevur sett landsstýrsfólkum skrivligan fyrispurning, men tá spurningurin skuldi svarast, møtti spyrjarin ikki upp, ella rýmdi hann av fundi.
Landsstýrisfólkini og teirra embætisfólk nýta nógva tíð til at fyrireika svar uppá fyrispurningar. Tey fáa eftir hondini ikki arbeiðsfrið fyri fyrispurningum, sum gerast alsamt fleiri og fleiri í tali, og tað er ein vanvirðing av teirra arbeiði, um spyrjarin ikki tímir at møta upp, tá spurningurin verður svaraður. Skulu tey so harafturat brúka summarmánaðirnar til at svara fyrispurningum, so hava vit ein álvarsaman trupulleika.
Eg haldi tað vera óseriøst at kalla tingið saman einans fyri at seta spurningar, sum løgtingsfólk, orsaka av øðrum arbeiði, ikki góðu sær stundir til at seta frá juli til mai.