Serlæknar og bíðitíðin

Sat í flogfari við síðuna av svenskari konu. Hon segði, at hon kom beint úr París, har hon hevði verið hjá hálsspesialisti. Hon hevði ringt til hálslækna í Stokholm mánadag, men kundi onga tíð fáa fyrrenn um ein mánað. Hesum vildi hon ikki bíða eftir. Hon fór so á internetið og fann ein hálslækna við góðum um­dømi í París. Hon fekk tíð mikudag og kundi fara frísk til Føroya, á fund, hósdag. Hon skuldi sjálv gjalda fyri flogferðina til París, men viðgerðin hjá serlæknanum bleiv goldin av tí svenska heil­s­u­verkinum. Hon segði, at hetta var vanlig mannagongd í Svøríki

Lydia Laksafoss

1.683 praktiserandi ser­lækn­ar í Danmark
Fer ein inn á internetið og leitar á Krak.dk, so eru 1.683 praktiserandi ser­lækn­ar í Danmark, umframt teir ser­læknar sum arbeiða á sjúkr­a­húsum.
Danir kunna eisini fara til onnur lond, til dømis Týskland, at fáa serviðgerð, um teir halda at bíðitíðin er ov long heima.
Í mesta lagi 2 mánaðars bíðitíð í Danmark
Fólkatingið hevur á vári 2002 lóggivið um frítt sjúkrahúsverk, har sjúkl­­ing­ur sum hevur bíðað yvir 2 mán­að­ar eftir viðgerð, hevur rætt til at blíva viðgjørdur á privatum sjúkrahúsi ella kli­nikk í Danmark, ella sjúkr­a­húsi uttanlands. Tað al­menna skal gjalda fyri við­gerð­ina.
Teir kunna eisini fara bein­leiðis til ymsar ser­lækn­ar t.d. til eygna- og oyr­n­a­lækna.
Bíðitíðin í Føroyum mang­an yvir 1 ár
Her á landi hava vit onki val, tá ið talan er um ser­lækn­a­við­gerð. Vit hava bert ein ser­lækna til hvørt spesiali. Hesir eru ovbyrjaðir av ar­beiði. Bíð­i­tí­ð­in er frá ½ ári  um væl skal verða  og hjá onkrum 1 ár og mangan uppaftur longur.
Avleiðingin ó­menn­is­kja­ligt stress
Hetta er ikki nøktandi fyri sjúklingin. Henda bíð­i­tíð og óvissa stressar sjúkl­ingin ómenniskjaliga.
Hetta ávirkar eis­ini fam­ilj­una hjá sjúkling­i­­num, tað verða alt ov nógv­ir sjúkradagar. Fyri ar­­beiðs­­­plássið verður hetta ­ó­­metaliga dýrt.
Hvat um vit sluppu til serlækna í Danmark?
Flestu føroyingar ferð­­ast fleiri ferðir um árið til Dan­mark­ar. Hvat um vit høvdu ta av­­talu, at vit kundu sloppið til serlækna í Danmark, um vit sjálvi vildu gjalda fyri ferð­ina, so varð tað bert rokn­ing­in frá serlæknanum, sum heilsuverkið skuldi gjalda, og hon er ikki størri, um ser­læknin er dani.
Hvat um sjúklingurin sjálv­­ur kundi valt, um hann vildi viðgerast av serlækna í Føroyum ella í Danmark.
Avleiðandi effektin av styttri bíðitíð vildi eisini spart sjúkradagpening og løn til alment sett undir sjúku.
Føroyska heilsuverkið er alt ov stirvið. Hvat um sjúkl­ing­urin bleiv settur í fyrstu røð?
Vit hava øll ábyrgd fyri okkara heilsu, men vit skulu eis­ini kunna vænta at fáa við­gerð frá heilsuverkinum, tá ið okkum er tørvur á tí.
Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri hesum
Í stevnuskrá Sam­bands­­floks­ins stendur  at viðgerðin ikki skal standa aftanfyri, tí sum fæst í hinum Norðanlond­um, og er hetta eitt mál, sum Sam­bands­flokk­urin arbeiðir fyri at loysa.