Við kunngerðini um serlig bútilboð verður farið undir eitt skipað samstarv ímillum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir. Kunngerðin um serlig bútilboð, sum varð lýst fríggjadagin, gevur Almannastovuni heimild at veita stuðul til sjálvbodnar felagsskapir, ið skipa serlig bútilboð til heimleys.
Kunngerðin ásetir eisini nærri reglur um rakstur av serligum bútilboðum. Landsstýrismaðurin í almannamálum fekk, við løgtingslóg nr. 31 í lóg um forsorg frá 30. apríl 2007, heimild at skipa ella góðkenna serlig bútilboð til persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað. ?
Nýggja kunngerðin um serlig bútilboð ásetir, hvørjar reglur og treytir eru fyri at skipa og reka eitt slíkt bútilboð. Tað eru sjálvbodnir felagsskapir, sum hava sjálvboðin sosial hjálparátøk sum týðandi part av sínum grundarlagi, ið kunnu søkja Almannastovuna um stuðul til serlig bútilboð.