Serlig gudstænastu skal birta vón

Sorg, saknur, ótti og vónloysi gera um seg, serliga á jólum

Í annaðkvøld, týskvøldið verður ein serlig gudstænasta í Vesturkirkjuni

 

Tað er prestarnir í kirkjuni, sum skipa fyri eini vónargudstænasta, og hetta er annað árið á rað, at teir gera tað

 

- Øll hava tørv á vón, tí sorg og saknur vegna skilna og deyða fyllir so nógv hjá nógvum. Eisini ótti og vónloysi gera um seg. Serliga á jólum, siga teir.

 

Á gudstænastuni fer Heri Joensen at halda andakt. Durita Tausen lesur upp úr dagbók síni frá tíðini, hon hevði krabbamein. Og Una Zachariassen, sum misti unga son sín í fjør, sigur frá einum átaki, hon er byrjað, fyri at hjálpa teimum, sum bera sorg.

 

Høvi verður at tendra ljós fyri onkrum, sum farin er, og at fáa samtalu við forbøn, siga prestarnir.