Serligt sangkvøld í Miðvági

Í annaðkvøld, hóskvøldið, verður eitt serligt sangkvøld í kirkjuni í Miðvági. Tað verður klokkan 20 í annaðkvøld, at tey fara at hava tað, tey nevna várljóð og føstutónar í kirkjuni.

Hetta er í sambandi við, at prestarnir í Vágum, Inga Poulsen Dam og Dávið Johannesen, hava ætlað at gera eitt kvøld í føstuni til nakað serligt.

Og tað serliga, sum verður í Miðvágs Kirkju í annaðkvøld, er, at tey fara at framføra vársangir hjá Valdemar á Løgmansbø.

Tað verður Vágakórið Vága kórið, Bjarta Olsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad, Torgunn á Løgmansbø og Valdemar á Løgmansbø, sum øll eru úr Vágum, sum fara at syngja og spæla, umframt Annette Nielsen, sum er úr Vestmanna.

Tað er Gudmund Mortensen, organistur í Havnar Kirkju, sum stjórnar Vágakórinum.

Myndina av Miðvágs Kirkju tók Eileen Sandá.