Fyrilestur um ferðaleiðaraskúlan - Service & Co í Spania - verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið 14. januar klokkan 19.00.
Tað er við at vera siðvenja, at Palle Højsholt, stovnari og eigari av Service & Co, vitjar í Føroyum fyri at fortelja um ferðaleiðaraskúlan í Norðurspania.
Palle er góður frásøgumaður, og tað ger, at fyrilestrarnir eru bæði áhugaverdir og undirhaldandi.
- Fyrilesturin mikukvøldið verður einki undantak. Hesaferð verður tað tó eitt sindur øðrvísi, tí ætlanin er brúka nakað av undirvísingini frá ferðaleiðaraskúlanum í Barcelona í fyrilestrinum, sigur Palle Højsholt.
Øll áhugað eru vælkomin í Miðlahúsið, bæði tey ungu, teirra vinir og foreldur, og fyrilesturin er ókeypis og heilt óbindandi.
Service & Co er størsti ferðleiðaraskúli í Skandinavia, har næstan 500 skandinaviskir ferðaleiðarar um árið fáa prógv og starv á ferðaskrivstovum.
Eftir 17 árum hevur Service & Co havt fleiri enn 8.000 næmingar, harav nógv fleiri enn hundrað hava verið føroyingar.