Seta ljós upp við Gjógv

Nú verður hugaligari at vitja í gjónni á kvøldi.

Í hesum døgum síggjast menn síga í gjónni við Gjógv.

 

Talan er hvørki um frítíðarklintrarar, ella um ørvitisknokkar, ið royna seg.

 

Talan er um menn, ið arbeiða við at seta ljós í grótveggin í sjálvari gjónni norðuri við Gjógv.

 

Nógv ferðafólk vitja við Gjógv hesa ársins tíð, og nú verður hugaligari at vitja í gjónni, tá skýmingin hevur lagt seg.