Hondbóltsfelagið Neistin setir nú punktum fyri nógvum ógloymandi løtum.
Heilar 19 ferðir hevur felagið skipað fyri stórum dansitiltaki, sum tey hava kallað aftur í sekstiárini.
Men nú er avgjørt, at tiltakið í ár verður tað allarseinasta av hesum slagnum.
So tá ið Neistin kallar fólk aftur í sekstiárini tann 21. apríl, verður tað avgjørt fyri seinastu ferð.
Tað vera legendarisku bólkarnir, Thunderbirds og Silly Boys, sum sleppa at sløkkja ljósið fyri hesum vældámda tiltakinum, sigur Neistin.
Hesar 19 ferðirnar, tey hava skipað fyri tiltakinum higartil, hava ikki færri enn 36.000 droymt og svingað seg aftur í sekstiárunum, saman við okkara kendastu orkestrum.
Neistin sigur, at orsøkin til, at tey gevast nú, er vit vera jú ikki yngri. Nógv eru ikki millum okkara longur, hvørki tónleikarar ella dansarar og tey, sum vóru í fimtiárunum, tá ið tiltakið byrjaði í 1988, eru í sjeytiárunum nú.
Neistin sigur, at tiltakið hevur verið so væleydnað og hevur havt so stóran týdning fyri fólk úr øllum landinum, at tað er ikki bara inntøkan, sum hevur fingið tey at skipa fyri tiltakinum ár um ár.
Bólkar, sum hava spælt hesa tíðina, eru Faroe Boys, Cream Crackers, Goggan, Silly Boys, Islanders, X-Rays, Rúnar, Thunderbirds, Flamingo, Enjoyers og Tey av Kamarinum.
Annars var ætlanin bara at talan skuldi vera um tað eina tiltakið í 1988. Endamálið var at skipa fyri einum øðrvísi kvøldi, har tey gjørdu skrá, settu borð upp og góvu fólki høvi at hugna sær, í meðan tey lurtaðu eftir tónleiki frá sekstiárunum. Men tiltakið varð so vælumtókt, at hetta varð eitt afturvendandi tiltak.