Nú er ein politiskur arbeiðsbólkur við at verða settur at gera eitt tilmæli um, hvussu teir føroyingar, sum enn liva í fátækadømi, kunnu lyftast upp um fátækamarkið.
Og ætlanin er, at bólkurin skal vera liðugur á ólavsøku.
Hetta er eitt úrslit av, at seinastu tíðina hevur rættiliga verið varpað ljós á viðurskiftini hjá teimm fátæku í Føroyum.
Startskotið var ein sending hjá Kringvarpinum um støðuna og gerandisdagin hjá nøkrum fátækakum familjum í Føroyum.
Síðani tó Miðlahúsið táttin upp, og skipaði fyri politiskum orðaskifti um fátækadømi, og skipaði eisini fyri eini innsavning, sum gav 400.000 krónur, og sum Í Menniskjum Góður Tokki fekk at umsita.
Eitt úrslit av hesum var eisini, at andstøðan legði uppskot fyri Løgtingið um at hækka barnafrádráttin til tey allarfátækastu børnini.
Tað hevði kostað góðar níggju milliónir, men hevði lyft eini 500 børn upp um fátækamarkið.
Men uppskotið vann ikki frama, tí samgongan var ikki vís í, at hetta var tað rætta tiltakið og at peningurin fór at koma teimum til góðar, sum av álvara høvdu brúk fyri honum.
Hinvegin segði løgmaður, at ein bólkur skuldi setast við einum umboði úr hvørjum flokki at viðgera støðuna hjá teimum fátæku í Føroyum. Hann vildi hava allar flokkar við í arbeiðnum, so at semja kundi verða um tey tiltøk, sum skuldi setast í verk.
Endamálið við bólkinum er, at hon skal útgreina, hvørji tiltøk skulu til, fyri at lyfta øll upp um fátækamarkið. Og løgmaður vildi hava, at arbeiðið skuldi vera liðugt á ólavsøku, so at uppskot kunnu leggjast fyri løgtingið beint eftir ólavsøku.
Og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur nú, at í løtuni er arbeiðsbólkurin við at verða settur
Hon hevur biðið flokkarnar boða frá, hvør skal umboða teir í bólkinum, og hon hevur fingið svar frá nøkrum av flokkunum.
Landsstýriskvinnan sigur, at fyrsti fundurin í bólkinum verður nú týsdagin, 9. Juni, og hon leggur afturat, at ætlanin er framvegis, at hann skal vera klárur við eini frágreiðing á ólavsøku.
Endamálið við tí er, at so kann eitt uppskot leggjast fyri løgtingið beint eftir ólavsøku, við tí endamáli at lyfta tey, sum enn eru undir fátækamarkinum, uppum.