Seta nú sjøtul á at gera nýggjan Hvalbiartunnil

Nú skal gerast klár til at bora

Nú skal sjøtul setast á arbeiðið at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal samytykkjast ímillum jól og nýggjár, hevur samgongan gjørt av at framskunda arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil.

 

Umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini vísa á, at nakað av fyrireikandi arbeiði skal til, áðrenn tað er klárt at bora.

 

Tað, sum er eftir at gera, er at projektera tunnilin, at útvega lendi, har tunnil og vegir skulu vera, , umframt at gera seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar.

 

Tað arbeiðið verður mett at kosta fimm milliónir krónur og ta upphæddina vil samgongan játta á fóiggjarlógini næsta ár.

 

Annars var ikki ætlanin at at seta nýggja Hvalbiartunnilin á skrá fyrrenn í 2017, s0 at hann skuldi takast í nýtslu í 2020.

 

Men nú verður tað so eitt ár fyrr. Hetta letur seg gera tí at arbeiðið at gera nýggja Viðareiðistunnilin hevur gingið nógv betur enn væntað, so at hann verður liðugur eitt ár fyrr enn ætlað. Sostatt kann eisini Hvalbiartunnilin framskundast.

 

Á myndini vísir tann hvíta strikan, hvar núverandi tunnil er og tann reyða strikan vísir, hvar Landsverk ætlar at gera tunnilin.

 

Talan er um ein 2,2 kilometra langan tunnil og vegurin verður 5,1 kilometur. Syðri tunnilsmunnin, í dalinum í Trongisvági, verður í 150 metra hædd og tann norðari tunnilsmunnin, í Hvalba, verður í 70 metra hædd.

 

Hvalbiar kommuna hevur gjørt eitt uppskot við einum longri tunli og styttri vegi. Serliga verður hugsað um brekkuna niðan ígjøgnum dalin í Trongisvági. Men Landsverk sigur, at tann tunnulin verður bæði dýrari at gera og at reka. Tað er strikan høgrumegin.