-Vit eru framvegis sera bjartskygdir um, at tað kunnu finnast olju- og gasskeldur í føroysku undirgrundini. Tað eru bara boraðir seks brunnar her, meðan tað eru boraðir fleiri enn 200 brunnar beint í grannalagnum, vestan fyri Hetland. Vit megnaðu at bora gjøgnum basalt á Brugduleiðini, hóast vit ikki komu nóg djúpt. Og heldur ikki BP megnaði at koma nóg djúpt niður til møgulig oljuberandi løg. Hetta sigur leitistjórin hjá StatoilHydro á Føroyaøkinum, Garreth Allinson.
Sjálvur hevur hann verið við í oljuleitingini við Føroyar frá byrjan. Hann er jarðfrøðingur og hevur verið í hesi vinnu í meira enn 30 ár, helvtina av tíðina hjá BP og helvtina hjá Statoil. Hann hevur tí sum ein av teimum fáu jarðfrøðingunum kunnað fylgt allari leititilgongdini bæði vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar øll hesi árini.
Hóast tað ikki eydnaðist hjá Statoil at gera oljufund í báðum brunnunum, sum eru boraðir í føroyskum øki, so er Garreth næstan vísur í, at kolvetni finnast og entá í stórum nøgdum.
Jarðfrøðingar sum Garreth eru komnir til, at tað finnast ómetaliga stórir strukturar, sum kunnu goyma olju og gass í føroysku undirgrundini. Og Garreth Allinson dylur ikki fyri, at teir eru í Føroyum fyri at leita eftir elefantum, sum er tað orðið í oljumáli, sum merkir ein risastór olju- ella gasskelda.
Hóast elefanturin verður brúktur í oljumáli kring heim, so hevur StatoilHydro valt at uppkalla øll økini í undirgrundini, har teir halda kolvetni kunnu goyma seg (strukturar) eftir hvalasløgum, í hesum føri stórhvalum. Í økinum í ein landnyrðing úr Føroyum, sum StatoilHydro hevur fingið tillutað í nýggjastu útbjóðingini, finst ein slíkur strukturur, sum verður nevndur Kúlabøkan, ein av teimum heilt stóru hvalunum. Nøvnini StatoilHydro brúkar eru m.a. Sildrekin, Brugdan og Døglingurin.
-Hvør veit, kanska ein av hesum ber eydnuna við sær. Tað vildi verið fantastiskt leggur oddajarðfrøðingurin hjá StatoilHydro aftrat.
-So framtíðin finst kanska har norðuri?
-Ja hvør veit. Vit hava eisini loyvi, sum liggja nærhendis, ið vit fingu tillutað í 2. rundu. Har umhugsa vit at bora í 2010. Vit hava tó ikki enn avgjørt, hvar vit skulu bora í hesum loyvunum.
Anne Marie brunnurin hjá ENI, sum verður boraður næsta ár, sær sera áhugaverdur út. Og verður olja funnin har, so fer alt annað eisini at síggja spennandi út. Chevron fer helst at bora í sínum loyvi á føroyskum øki í 2010, har StatoilHydro er partnari, so tað sær kanska ikki so galið út við føroysku oljuframtíðini sigur Garreth Allinson við Sosialin.