Seta tiltøk í verk ímóti álvarsligari dálking

Í heyst verða tilmæli klár um, hvussu vit skulu avmarka nýtsluna av plasti í Føroyum

Nýtslan av plasti í Føroyum skal avmarkast. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Í løgtinginum í morgun vildi Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá henni, hvørji tiltøk, hon ætlar at seta í verk fyri at avmarka nýtsluna av plasti. Í hesum sambandi heldur hon, at vit eiga at hava eina miðvísa ætlan fyri, nær einnýtisplast verður bannað í Føroyum. 

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum ásannar, at dálking av plasti er ein stórur trupulleiki, sum hon er sinnað at taka spurningin upp í samgonguni. Hon sigur, at embætisfólk í landsstýrinum eru farin at kanna, hvørjir møguleikar eru at avmarka nýtsluna av plasti og hon væntar, at ein ætlan verður klár í heyst. Men hon heldur eisini, at tað verður neyðugt við eini skiftistíð.

 

Summir politikarar vísa á, at tað nyttar lítið, hvat føroyingar gera einsamallir, tí talan er um ein altjóða trupulleika. Men Kristianna Winther Poulsen er ikki samd, tí hon heldur, at Føroyar eiga tvørtur ímóti at ganga undan, sum eitt gott fyridømi á hesum øki.

 

Annars minti Jenis av Rana á, at trupulleikin liggur ikki minst heima við hús hjá hvørjum einstøkum av okkum, tí vit mugu øll, hvør sær, taka í egnan barm og taka upp eftir okkum. Ábyrgdin liggur eisini hjá vinnuni, at taka upp eftir sær, og ábyrgdin er hjá skúlunum.