Seta vitjunartænastu á stovn í Runavíkar kommunu

Í aðru viku verður ein samstarvsavtala undirskrivað millum Reyða Kross og Runavíkar kommunu um at seta á stovn eina vitjunartænastu.

Stovningarfundur av vitjunartænastuni verður mikudagin hin 12. apríl klokkan 19, og fundurin verður á Bókasavninum við Løkin.

 

Tað siga partarnir í felagsskrivi í dag.

 

Skráin fyri stovningartiltakið byrjar við, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bjóðar vælkomin. Síðan fer Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, at siga nøkur orð.

 

Henning Bøgesvang fer at hugleiða um einsemi, og Reyði Krossur fer at greiða frá vitjunartænastuni. Eftir at samskipararnir hava havt orðið, verður samstarvsavtalan millum Runavíkar kommunu og Reyða Kross undirskrivað.

 

- Síðan verður kaffi og høvi hjá fólki at tosa við samskipararnar, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga stigtakararnir.