Bergtóra Høgnadóttir
--------
Tvinnir eru kostirnir hjá eldri føroyingum: vilt tú verða verðandi í egnum sethúsum ella fara á røktarheim? Hóast hesin er veruleikin, halda vit áfram at byggja enn fleiri røktarheimpláss og stuðla einamest slíkari bygging.
Gleðist um at útnorðurráðstevnan um framtíðar eldrabústaðir hevur fingið rúmd í miðlunum. Fyrilestrarnir vóru framúr.
Tað er tó undrunarvert, hvussu ymiskt oyruni hoyra tað, sum sagt verður á einari slíkari ráðstevnu. Eg fari at nema við nakað av tí, sum eg ikki haldi hevur fingið umrøðu.
Harmiligt met
Eitt sum situr frammaliga í huga mínum er hagtølini, sum vístu, at í Føroyum búgva flest fólk yvir 65 ár á stovni (institution) samanbori við hini norðurlondini. Tølini vóru frá 2008. Haldi hetta er eitt sera keðiligt met at hava. Tá eg so havi í huga, at vit hóast hesa staðfesting byggja 136 nýggj røktarheimspláss, so undrist eg stórliga. Hóast vit í fleiri ár hava vitað, at tørvur er á fjølbroyttum eldrabústøðum, so hevur landið stórt sæð bert verið við til at fíggja røktarheimspláss – og framvegis er tað soleiðis.
Meðan vit áttu norðurlendska metið: flest eldri fólk á stovni, áttu íslendingar metið: mest heimahjálp. Sagt var, at ein hópur var gjørdur til tess at fáa fólk at vera sum longst í egnum heimi og útseta hetta við at koma á røktarheim sum longst. Lætt er at rokna, at dýrasta loysnin uttan samanbering er røktarheimspláss. Hjá okkum verður latið 700.000 kr í stuðuli til hvørt røktarheimspláss, sum verður bygt. Harumframt rindar landið eina hálva millión um árið í rakstri fyri hvørt røktarheimspláss hjá okkum.
Veit væl, at í summum økjum er tørvur á røktarheimsplássum stórur. Men er vist, at øll búplássini sum verða bygd frá 2009 – 2013 eru alneyðug? Ber til at fyribyrgja, at fólk koma á røktarheim við at hjálpa teimum at vera í egnum heimi sum longst? Fyribyrgjandi vitjanair, stuðul, heimahjálp, heimarøkt, mat, klædnavask, fimleik, fysioterapi, alarm, umlætting?
Í Íslandi er vorðið krav, at ALLIR møguleikar eru royndir, áðrenn fólk fáa møguleika fyri at koma á røktarheim. Haldi hetta ljóðar skilagott – gamaní verður peningur spardur. Men primera orsøkin er at varðveita førleikarnar hjá tí einstaka sum longst. Dømi vóru nevnd á ráðstevnuni um fólk, sum gjørdust óhjálpin við rúkandi ferðskjótt, tá tey komu á røktarheim.
Lat meg nevna eitt aftrat. Tá eitt uppskot frá Tjóðveldi farna ár bleiv viðgjørt á tingi, fingu vit at vita, at føroyingar vóru dupult so leingi á røktarheimi, sum í teimum londunum, okkum dámar at samanbera okkum við. Haldi hetta skróðar – men kortini bleiv uppskotið vrakað og einki broytt.
Heilsustøðan vánaligari?
Ivist ikki í, at eisini landsstýriskvinnan í almannamálum vil eldru fólkunum í Føroyum tað væl. Veit eisini, at tað ikki bara er hon sum eigur ábyrgdina av, at vit ikki hava fleiri fjølbroyttar eldrabústaðir. Men tá tað er sagt, hugsi eg: tá samgongan stórt sæð hevur sitið í 7 ár og verandi almannamálaráðharri í smá trý ár, so er okkurt púrasta galið, tá einki stig verður tikið til at bøta um støðuna ella steðga á, undrast og spyrja:
Hví eru føroyingar dupult so leingi á røktarheimi?
Hví búgva nógv fleiri føroyingar á stovni enn aðrastaðni?
Hava føroyingar vánaligari heilsu enn onnur?
Hvørji greið kriterii skulu vera fyri at fáa eitt røktarheimspláss?
Áttu vit at latið stuðul til annað enn røktarheimspláss?
Áttu vit at hækka játtan til heimahjálp og heimarøkt munandi saman við fyribyrgjandi átøkum?
Áttu vit alt fyri eitt at skapt nøkur umlættingarpláss fyri eldru fólkini?
Nakað av tí, vit fingu at vita, var nýtt og frálíkur íblástur, men nakað vistu vit frammanundan. Vit hava verið á frálíkum borgarafundi í Havn, áhugaverdan fyrilestur um evnið í Hoyvíkar Kirkju, Fysioterpifelagið skipaði herfyri fyri avbera áhugaverdum degi lutvís um sama evni, og harumframt hava skilagóð føroysk fakfólk eisini gjørt vart við støðuna í miðlunum. Mær tykir snøgt sagt ikki, at nøkur undanførsla kann nýtast fyri, at støðan er sum hon er. Vit hava fingið vitanina og ikki nýtt hana, og peningur kann ikki góðtakast sum umbering: Vánaligu loysnirnar, sum skaptar verða í dag eru tær allar-allar-allardýrastu.
Hvørjum bíða vit eftir?