Setrið leggur lunnar undir føroyska oljuvinnu

Útbúgvingarsøga varð skrivað, tá fyrstu kolvetnisverkfrøðingarnir fingu prógv síni á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya mikudagin.


Útbúgving og olja



-Vit skriva útbúgvingarsøgu í dag, har fyrstu kolvetnisverkfrøðingarnir fáa prógv frá Fróðskaparsetrinum segði Hans Pauli Joensen, megindeildarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, tá hann mikudagin handaði sjey nýggjum verkfrøðingum prógv ? einum í ravmagnsverkfrøði og seks í kolvetnisverkfrøði. Náttúruvísindadeildin hevur útbúgvið ravmagnsverkfrøðingar síðan fyrst í 1990-unum, men kolvetnisverkfrøði er harafturímóti nýtt evni á Setrinum.

Universitetsútbúgvingar eru skipaðar ymiskt ymsa staðni í heiminum. Hjá okkum og í londunum uttan um okkum er vanligt, at tær eru skipaðar í trimum stigum. Innan náttúruvísindi og tøkni er ein vælkend gongd fyrst 3-3,5 ár til BS (Bachelor of Science), síðan 2 ára framhald til MS (Master of Science) og at enda 3 ár til PhD (Philosophia Doctor). Øll trý stigini geva starvsførleika.

Náttúruvísindadeildin hevur ymiskar BS-útbúgvingar á skránni, og tær taka 3 ella 3,5 ár. Trý ára útbúgvingarnar eru í lívfrøði, matvørufrøði, teldufrøði/kunningartøkni og jarðalisfrøði. Av hesum hava tey seinnu árini bert havt umstøður at bjóða útbúgvingina í lívfrøði. 3,5 ára útbúgvingarnar eru verkfrøðingaútbúgvingarnar í ravmagnsverkfrøði og kolvetnisverkfrøði. Lýst er júst eftir studentum til eina spildurnýggja BS-útbúgving í kunningartøkni, ið er skipað sum 2,5 ára hálvtíðarlestur oman á datamatikaraútbúgving frá t.d. Føroya Handilsskúla, og sum byrjar eftir summarfrítíðina í ár.

Verkfrøðingaútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini eru samskipaðar soleiðis, at lesturin tey bæði fyrstu árini er at kalla eins. Har eru felags lærugreinir í støddfrøði, teldufrøði, alisfrøði og tekniskum grundgreinum. Seinastu 1,5 árini er lesturin púra ymiskur, tí tá koma sergreinirnar inn í myndina. Seinasta hálva árið fara 70-80% av lestrartíðini til at arbeiða við eini seruppgávu, har studentarnir fáa høvi til at brúka vitan, ið teir hava nomið sær í teimum mongu lærugreinunum, ið teir tá hava lagt aftur um seg. Miðað verður eftir, at seruppgávurnar verða gjørdar í samstarvi við stovnar og virki uttan fyri Fróðskaparsetrið, og tað hevur borið væl til.

Ravmagnsverkfrøði
Í ravmagnverkfrøðiútbúgvingini verður dentur lagdur á evni sum viðvíkja bæði traditionellum og aktuellum evnum. Nevnast kunnu t.d. datasavning og dataviðgerð, signalviðgerð, stðritøkni og fjarskifti. Hetta eru týðandi tættir í m.a. el-orkuskipanum, skipanum í fiski- og alivinnu og í tveimum av mest aktuellu vinnugreinunum, nevniliga kolvetnis- og KT-vinnu. Ravmagnsverkfrøði fevnir breitt um framleiðslu og tænastuvirksemi í samfelagnum og í vinnulívinum.

Evnið í seruppgávuni hjá Jóan Petur Petersen, ravmagnsverkfrøðingi, er signalviðgerð í samband við digital hoyrihjálpartól. Her ræður um at skilja frá og viðgera tann partin av ljóðum og óljóðum uttan um okkum, sum er tala, tí tað er jú tann parturin, sum brúkarin av hoyrihjálpartólinum tørvar. Í seruppgávuni hevur Jóan Petur Petersen hugt nærri eftir ymiskum hættum (algoritmum) til avdúking av talu, og hann hevur í hesum sambandi vitjað og fingið fakligan stuðul frá donsku fyritøkuni Oticon, ið útviklar og framleiðir hoyrihjálpartól. Jóan Petur fer 18. apríl 2002 kl 19:00 at halda fyrilestur um evni í síni seruppgávu.

Kolvetnisverkfrøði ? hvussu byrjaði tað?
Í røðu síni til nýggju verkfrøðingarnar vísti Hans Pauli Joensen á, at broyttar samfelagsligar vinnufortreytir føra við sær tørv á nýggjum útbúgvingartilboðum. -Her hugsi eg um eina komandi kolvetnisvinnu í føroyskum sjóøki. Ein kolvetnisvinna hevur m.a. tørv á kolvetnisverkfrøðingum, og Fróðskaparsetrið hevur lagt dent á at fáa útbúgving av kolvetnisverkfrøðingum í lag so tíðliga, at teir fyrstu verkfrøðingarnir skuldu verða útbúnir, tá ein kolvetnisvinna fór at taka seg upp við Føroyar.

Fyrireikingarnar byrjaðu í 1996. Í november hetta árið fekk Náttúruvísindadeildin vitjan av Høgskolen i Stavanger, og samráðingarnar førdu seinni til, at Náttúruvísindadeildin og Institutt for Petroleumsteknologi á Høgskolen i Stavanger undirskrivaðu samstarvsavtalu 26. februar 1997. Í Stavanger hava tey trý ára útbúgvingar til ?høgskoleingeniør? og 5 ára útbúgvingar til sivilverkfrøðing. Samstarvsavtalan gekk m.a. út upp á, at studentar frá Náttúruvísindadeildini skuldu kunna halda fram at lesa kolvetnisverkfrøði á Høgskolen i Stavanger, bæði til ?høgskoleingeniør? og til sivilverkfrøðing innan kolvetnistøkni.

Men tey vildu nakað meira á Setrinum. Tey ynsktu at skipa eina sjálvstøðuga útbúgving í kolvetnisverkfrøði á Náttúruvísindadeildini. Tað gjørdist møguligt í 1998, og tað eru fyrstu kandidatarnir við hesi nýggju útbúgvingini, sum nú fingu pógv.

Fyrstu tvey árini av kolvetnisverkfrøðiútbúgvingini eru samskipað við ravmagnsverkfrøðiútbúgvingina, so tað vóru tey seinastu 1,5 árini, ið serstøk námsskipan skuldi gerast fyri. Partar av kolvetnisverkfrøðiútbúgvingunum á Høgskolen i Stavanger vóru havdir sum fyrimyndir, men dentur varð alla tíðina lagdur á, at útbúgvingin á Náttúruvísindadeildini skuldi byggja á ta útbúgvingarskipan, ið var á staðnum frammanundan.

Seinastu 1,5 árini vórðu skipað við sergreinum, sum eitt nú snúgva seg um jarðfrøði, boritøkni, brunntøkni (reservoirtøkni), veskumekanikk og um olju- og gassframleiðslu. Dentur er eisini lagdur á at geva verkfrøðingunum innlit í føroyska og altjóða oljulóggávu og búskap, og tí er eitt sertakt skeið um hetta við í útbúgvingini. Útbúgvingin endar við eini seruppgávu, sum serritgerð skal skrivast um, og tær fyrstu serritgerðirnar eru nú lidnar.

Nýklaktu kolvetnisverkfrøðingarnir
Kolvetisverkfrøðingarnir hava gjørt sínar seruppgávur hjá Statoil og Rogalandsforskning í Stavanger, og hjá DONG í Danmark. Hans Pauli Joensen vísti á, at tað hevur verið áhugavert og læruríkt hjá teimum at kunna arbeitt við seruppgávunum undir slíkum umstøðum. Kolvetnisverkfrøðingarnir eru 6 í tali: Regin Joensen, Brian Dahl Kristensen, Øystein Patursson, Eivind Hentze Samuelsen, Hallur Stakksund og John Zachariassen. Teir hava gjørt seruppgávur um boring og oljureservoir.

Tað er sera umráðandi, ikki minst fyri eitt lítið universitet sum Fróðskaparsetur Føroya, at útbúgvingarnar standa altjóða krøv. Tað leggja tey stóran dent á eisini í verkfrøðingaútbúgvingunum. Støðið verður tryggjað m.a. við at brúka próvdómarar frá útlendskum universitetum, tí harvið verður tað javnan samanborið við støðið á tilsvarandi útbúgvingum aðrastaðni. Samanberingarnar vísa, at útbúgvingarnar hjá okkum standa fult mát við aðrar. Hetta sæst t.d. aftur í, at tey, ið velja at taka framhaldandi útbúgvingar til sivilverkfrøðing á útlendskum universitetum eftir lokið prógv á Fróðskaparsetrinum, klára seg bæði skjótt og væl gjøgnum lesturin. Lærarar hava eisini verið fólk fdrá Jrarðfrøðissavninum og øðrum stovnum. Hans Pauli Joensen takkaði teimum og øllum, sum hava gjørt tað møguligt at røkka so langt. Hann takkaði eisini oljufeløgunum, sum hava stuðlað. Tá tey løgdu kolvetnisútbúgvingina til rættis var eingin játtan til tað. Men her komu oljufeløgini okkum til hjálpar. Fyrst Atlantic Margin Group, ið vóru oljufeløgini Statoil, Mobil og Enterprise, og síðan Statoil-bólkurin, sum er Statoil, Phillips, Enterprise og Veba Oil. Feløgini sýndu áhuga fyri útbúgvingarætlanunum, og tey gingu saman um at fíggja starvstovuútgerð og lærarakreftir til tess at Setrið kundu útbúgva fyrsta liðið av kolvetnisverkfrøðingum. Oljufeløgini hava somuleiðis fíggjað allar uppihalds- og ferðaútreiðslur hjá kolvetnisverkfrøðingunum í samband við serritgerðirnar, sum gjørdar vórðu í Noregi og í Danmark. Hans Pauli Joensen takkaði teimum fyri henda vælvilja. Og at enda takkaði hann nýggju verkfrøðingunum. -Tað hevur verið hugaligt at hava teir her, serliga tí teir hava klárað seg so avbera væl. Eg skal ikki fara í smálutir, men tó avdúka, at próvtølini fyri seruppitgerðirnar hjá teimum geva eitt miðaltal upp á heili 11,4. Tað sigur ikki so lítið.


Mynd



Hans Pauli Joensen, um nýggju verkfrøðingarnar: -Tað hevur verið hugaligt at hava teir her, serliga tí teir hava klárað seg so avbera væl. Próvtølini fyri seruppitgerðirnar geva eitt miðaltal upp á heili 11,4. Tað sigur ikki so lítið. Kolvetnisverkfrøðingarnir eru: Regin Joensen, Brian Dahl Kristensen, Øystein Patursson, Eivind Hentze Samuelsen, Hallur Stakksund og John Zachariassen.